top of page
Bílegg til føðingardag, brúdleyp, ferming, dóp og aðrar veitslur

A'la Carte matskrá

BRELLBITI
  • Broyskið breyð við royktum laksi og wasabi mayo

  • Broyskið breyð við trøffel pylsu, gammel knas og aioli

FORRÆTTUR
  • Dampaður toskur við broysknum salati, dressingi, súltaðum reyðleyki og balsamico glaze

  • Hummarasuppa við rækjum, creme fraiche og grønari olju

  • Laksa tartar við broysknum salati, dressing, súltaðum reyðleyki og balsamico glaze

  • Broyskið salat við frískum tomatum, agurk, súltaðum reyðleyki og balsamico ( Veganst )

Forrættir eru altíð borðreiddir við flutes og smør

HØVUÐSRÆTTUR
  • Langtíðarstokt culottusteik við petit eplum, grønmeti og sós av soð

  • Langtíðarstokt lambskjøt við petit eplum, grønmeti og sós av soð

  • Langtíðarstokt oksatornedo við petit eplum, grønmeti og sós av soð

  • Bakað aubergine við petit eplum, grønmetis fyllu, og reyðvínssós ( Veganst )

Møguleiki er at gera hesar umbýtingar

  • Róma eplir í staðin fyri petit eplir + 20,- kr. pr. kuvert

  • Mørbrad í staðin fyri annað kjøt + 100,- kr. pr. kuvert

OMANÁ
  • Flógv lavakøka við vaniljuísi, sjokoláta sós og frískum jarðberi

  • Saltkaramel cheesecake við knas og vaniljuísi

  • Rabarbutrifla

  • Sorbet við berjacoulis ( Veganst )

NÁTTSÚPAN
  • Bollasúpan við flutes og smør

  • Asparges suppa við flutes og smør

Vit taka sjálvsagt atlit til øll sløg av ovurviðkvæmi og kunnu tillaga eftir tørvi.
Send fyrispurning og fá eitt óbindandi tilboð.

Restaurant Table

Eisini er møguleiki fyri at bíleggja við servering. Vit hava fyrikomandi og dugnaligar servetrisur við drúgvum royndum. Bíleggur tú við servering er alt niðanfyri íroknað:

  • Gera vælkomudrykk. 

  • Seta drykkjuvørur á borðið og fylla upp gjøgnum borðhaldið.

  • Servering. 

  • Seta køkur, kaffi og te fram.

  • Rudda av borðunum, vaska upp og rudda køkin eftir borðhaldið.

  • Kunnu eisini standa í barr, um tørvur er á tí (seravtala skal gerast hesum viðvíkjandi). 

Um bílagt verður við servering, er fylgjandi ikki íroknað:

  • Seta borð og stólar upp.

  • Dekka og pynta borð.

  • Rudda borð og stólar vekk.

    Um tit hava serlig ynski, kunnu seravtalur gerast

Send fyrispurning

Treytir fyri fyrispurningi og bílegging

Avboð

Tá endalig bílegging er framd og váttað, er hon bindandi. Verður avboð givið seinni enn 10 dagar áðrenn avtalaða dato, verður 10% av samlaða kostnaðinum fakturerað.

Fyrispurningar frymil

Hesin frymil er bert ein fyrispurningur og ikki endalig bílegging. Vit venda aftur sum skjótast við tilboði og tá kann endaligt bílegging gerast.

Serlig ynski ella spurningar kunnu sendast á catering@djurhuus.fo 

bottom of page