top of page
Djurhuus Catering
Toymi
Martin Nielsen hevur hjálpt til og starvast hjá Djurhuus Catering síðani hann var 15 ára gamal og hevur hann tí drúgvar royndir. Hann hevur verið í læru sum kokkur á Hotel Føroyum og hevur síðani tá starvast innan matstovuvinnuna.
Rúni Djurhuus er útbúgvin kokkur. Hann hevur drúgvar royndir við matgerð og er ógvuliga royndur í matstovuvinnuni. Hann byrjaði sína yrkisleið innan matgerð í 1999, tá hann fór í læru á Hotel Hafnia, varð útlærdur í 2003 og hevur tí 20 ára royndir sum kokkur.
Hjartamál okkara er góð tænasta og ynskja vit altíð at veita góðan og vælsmakkandi mat.
bottom of page